Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Semja við avtalu um undantøk

08. november 2024

Semja við avtalu um undantøk

Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið hava á middegi í dag tikið undir við semingsuppskotinum, sum Semingsstovnurin legði fyri partarnar í gjárkvøldið  tann 7. november 2024.


Sáttmálaskeið og lønarhækkan
Sáttmálin partanna millum gekk út tann 1. oktober 2024. Partarnir handaðu hvørjum øðrum krøv á fundi 11. oktober 2024. Síðani hava partarnir havt eina røð av fundum, áðrenn semingsstovnurin varð boðsendur 31. oktober.

 

Partarnir hava gjørt ein eitt ára sáttmála við eini lønarhækkan á 4,75% galdandi frá 1. oktober 2024.

Starvsfelagið hevur havt eina lægri lønarhækkan enn onnur feløg á almenna arbeiðsmarknaðinum í sáttmálaskeiðinum frá 2021 fram til oktober í 2024. Hetta tí, at karmurin broyttist orsakað av serligu støðuni við methøgari inflatión. Eingin avtala er á føroyska arbeiðsmarknaðinum um javning av lønarhækkanum, og heldur eingin siðvenja er fyri hesum. Orsakað av serligu støðuni hava partarnir gjørt semju um at hækka lønirnar hjá Starvsfelagnum við 2,9% galdandi frá 1. apríl 2025. Starvsfelagið hevur sostatt fingið tað, sum tey vóru aftanfyri onnur fakfeløg hetta tíðarskeiðið.
 

Avtala um neyðtilbúgving í samband við arbeiðssteðg
Umframt broytingar í lønunum eru aðrar serstakar broytingar gjørdar, har ímillum hava  sáttmálapartarnir gjørt serstaka semju um neyðtilbúgving í sambandi við arbeiðssteðg. Hetta hevur verið eitt týdningarmikið ynskið hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.

Við eini neyðtilbúgving í sambandi við arbeiðssteðg fáa sáttmálapartarnir eina greiða avtalu um, hvussu partarnir saman loysa eina møguliga ósemju um undantøk í eini verkfalsstøðu. Við avtaluni tryggja partarnir sær – at lív,  heilsa og týðandi samfelagslig virði ikki verða sett í vanda.

Haraftrat hava partarnir staðfest, at ávísir leiðarar eru undantiknir arbeiðssteðgi.
 

Endurskoða lønartalvuna og flokkingaravtaluna
Sáttmálapartarnir hava eisini avtalað at endurskoða lønartalvuna og flokkingaravtaluna í sáttmálaskeiðinum. Endamálið við hesum arbeiði er at fáa eina einfaldari og greiðari skipan, sum frameftir fer at gera tað lættari hjá pørtunum at umsita sáttmálan.

Semingsuppskotið sæst á heimasíðu okkara www.kaf.fo  

 

Tórshavn tann 8. november 2024,

Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo