Ábyrgdarøki

Endamál felagsins er at fremja áhugamál limanna í øllum málum um lønar- og setanarviðurskifti starvsfólkanna.

Tí vil felagið virka fyri at:

  • samskipa lønarlagið og samráðast um sáttmála við starvsfólka- og fakfeløg, sum hava samráðingarrætt
  • røkja áhugamál limanna í málum um lønar- og setanarviðurskifti, starvsmetingum, útbúgving o.a., og røkja samskifti við tey starvsfólka- og fakfeløg, sum samráðst verður við og myndugleikar annars við neyðugum atliti til kommunustýrislógina § 5, stk. 5 og ansa eftir, at galdandi sáttmálar verða hildnir
  • tað slepst undan trætumálum millum arbeiðsgevara og starvsfólk, ella um hetta ikki ber til, at royna at fáa tey loyst á friðarligan hátt, uttan arbeiðssteðg. Verður arbeiðssteðgur ella trætumál, røkir felagið, tá heitt verður á tað, mál arbeiðsgevaranna so langt, sum hóskandi verður hildið.
  • trætumál limanna millum verður loyst
  • skeiðvirksemi ella á annan hátt upplýsa limir felagsins um viðurskiftir, ið viðvíkja kommunalum arbeiðsgevara-áhugamálum