Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

KAF og FMR hava handað krøv við Starvsfelagið

11. oktober 2024

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið hava fyrrapartin handað krøv við Starvsfelagið á fundi í hølunum hjá Starvsfelagnum. Sáttmálin partanna millum fór úr gildi 1. oktober 2024 og fevnir um starvsfólk, ið virka á kommunala og interkommunala økinum innan fyrisiting, barnavernd, dagrøkt, v.m.. Partarnar fara nú hvør í sínum lagi at viðgera krøvini, og hava avtalað at hittast aftur mikudagin 16. oktober 2024.

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo