Vegleiðing um uppsøgn eftir 120 daga regluni

Arbeiðsgevari kann siga starvsfólki úr starvi við einum mánað freist, tá viðkomandi hevur fingið løn undir sjúku í 120 dagar til samans.

Í vegleiðingini finnur tú svar upp á spurningar, so sum:
Hvørjar treytir eru galdandi fyri at brúka 120 daga regluna?
§ 5, stk. 2 í lógini um starvsmenn ásetir nakrar treytir fyri at kunna nýta 120 daga regluna í sambandi við uppsøgn. Tær treytirnar eru:
  • at ein skrivlig avtala skal vera gjørd millum arbeiðsgevara og einstaka starvsfólkið um, at ásetingin er galdandi fyri ta ítøkiligu setanina. Hetta kann t.d. gerast við at seta avtalu um 120 daga regluna inn í setanarskrivið.
  • at starvsfólkið skal hava verið burtur frá arbeiði og fingið løn undir sjúku í íalt 120 dagar í einum tíðarskeiði á 12 fylgjandi mánaðir.
  • at uppsøgnin verður givin beint eftir, at starvsfólkið hevur verið burtur frá arbeiði vegna sjúku í 120 dagar við løn, og meðan starvsfólkið framvegis er burtur vegna sjúku.
Hvussu verður fráverutíðin tald við, tá talan er um parttíðar sjúkramelding?

Er talan er um partvísa sjúku, skal einans veruliga fráverutíðin teljast við í uppgerðina av teimum 120 døgunum. Vikuskiftir, halgidagar og aðrir frídagar skulu sostatt ikki teljast við, tá talan er um partvísa sjúku. Fráveran eigur at verða gjørd upp í døgum og ikki t.d. í brøki, har fráverutíðin verður sett í mun til setanarbrøkin. Hetta vil siga, at um starvsfólk er burtur frá arbeiðinum vegna sjúku ein arbeiðsdag, so telur tað sum ein dagur í uppgerðini av sjúkrafráveruni, uttan mun til hvussu nógvar tímar hesin arbeiðsdagurin skuldi vera.

Hvussu verður fráverutíðin tald við, tá talan er um sjúkramelding fulla tíð?
Tá sjúkradagar skulu gerast upp eftir 120 daga regluni í sambandi við sjúkramelding fulla tíð, er talan ikki um at telja arbeiðsdagar einans, men kalendaradagar. Hetta vil siga, at eisini leygardagar, sunnudagar og halgidagar verða taldir við, um starvsfólkið hevur sjúkrafráveru dagin fyri og dagin eftir hesar.
 
Teir 120 dagarnir nýtast ikki at vera samanhangandi, men skulu liggja innanfyri eitt tíðarskeið á 12 mánaðir. Hesir 12 mánaðirnir fylgja ikki kalendaraárinum, men verða roknaðir aftureftir frá einum ávísum degi, t.d. uppgerðardegnum fyri sjúkradagar.
Nær kann hoyring byrja?
Uppsøgn eftir 120 daga regluni skal fara fram beint eftir, at starvsfólkið hevur verið burtur frá arbeiði við løn í 120 dagar vegna sjúku. Arbeiðsgevari kann byrja hoyringina, tá sjúkraskeiðið er so langt liðið, at treytirnar fyri uppsøgn eftir 120 daga regluni verða uppfyltar innan stutta tíð. Staðfest er í dómi, at hoyring kann byrja á 109. fráverudegi. Hoyring byrjað á 126. degi er eisini staðfest í dómi at vera beint eftir teir 120 dagarnar.
 
Tíðin, ið partshoyringin tekur, viðførir ikki, at ov long tíð gongur til viðkomandi verður uppsagdur sambært 120 daga regluni.
Nær kann uppsøgn latast?
Vil arbeiðsgevari siga starvsfólki úr starvi eftir 120 daga regluni, eigur uppsøgnin at verða latin starvsfólkinum beint eftir, at hoyringsfreistin er úti.
 
Starvsfólkið skal hava uppsøgnina aftaná, at viðkomandi hevur verið burtur frá arbeiði við løn í 120 dagar vegna sjúku. Staðfest er í dómi, at uppsøgn handað á 119. og 120. degi ikki lýkur treytirnar fyri at brúka 120 daga regluna, tí uppsøgnin skal latast eftir, at 120 dagar eru farnir.