Lønar- og starvsviðurskifti í samband við arbeiðssteðg

Arbeiðssteðgur ávirkar løn- og setarviðurskifti hjá starvsfólkum.

Í vegleiðingini finnur tú svar upp á spurningar, so sum:
Hvussu ávirkar arbeiðssteðgur setanarviðurskiftini?

Tá ið arbeiðssteðgur er settur í verk, halda setanarviðurskiftini uppat, og starvsaldur verður ikki vunnin, meðan arbeiðssteðgurin er.

Hvussu ávirkar arbeiðssteðgur lønina hjá starvsfólki?

Lønin hjá starvsfólki, sum er í arbeiðssteðgi, skal verða afturhildin fyri tíðina, arbeiðssteðgur er.                                                                                                     

Hetta er eisini galdandi fyri starvsfólk, sum er sjúkrameldað, í barnsburðarfarloyvi, í farloyvi við løn ella við niðursettari løn. Somuleiðis skal frítíðarløn, frítíðarískoyti og eftirløn ikki rindast í tíðarskeiðinum.                                                                        

Tá ið arbeiðssteðgurin er av, og setanarviðurskiftini eru tikin uppaftur, hevur arbeiðsgevarin aftur skyldu at rinda løn o.a.

Ávirkar arbeiðssteðgur innvinnan av starvsaldri?

Starvsaldur verður ikki vunnin, meðan arbeiðssteðgurin er.

Tá ið setanarviðurskiftini eru tikin upp aftur, heldur starvsfólkið fram við tí lønar- og starvsaldri, sum starvsfólkið hevði áðrenn arbeiðssteðgin.

Ávirkar arbeiðssteðgur innvinnan av frítíð?

Starvsfólk vinna ikki frítíð, meðan arbeiðssteðgur er.                          

Starvsfólk kann ikki fara í frítíð, avspáka ella hava sáttmálafrídagar, aftaná at farið er í arbeiðssteðg. Sama er galdandi, um avtala varð gjørd um frítíð, avspákan ella sáttmálafrídag, áðrenn farið varð í arbeiðssteðg.                                            

Starvsfólk, sum var byrja upp á lagda frítíð, avspákan o.a. áðrenn arbeiðssteðg/ verkfall, skal halda avtalaðu frítíðina ella frígonguna.

Kann starvsfólk fara á skeið, tá arbeiðssteðgur er?

Veitir arbeiðsgevari starvsfólki tænastufrí við fullari ella niðursettari løn, ber ikki til hjá starvsfólkinum at fara á skeið o.a., meðan arbeiðssteðgur er. Er starvsfólk farið á skeið, áðrenn arbeiðssteðgurin varð settur í verk, er meginreglan, at starvsfólkið gevst á skeiðinum, tá farið verður í arbeiðssteðg.                               

Avtala kann tó verða gjørd við felagið um undantak.

Hvørji starvsfólk eru ikki rakt av arbeiðssteðgi?

Arbeiðssteðgurin er bara fyri starvsfólk, sum eru limir í fakfelagnum.                                                                                               

Næmingar: Næmingar, m.a. skrivstovunæmingar, eru ikki raktir av arbeiðssteðgi. Næmingar skulu undir arbeiðssteðginum fáast við tílíkt arbeiði, sum teir eru í læru í. Verða næmingar sendir til hús, skulu teir hava løn sum vanligt.                   

Starvsfólk, sum eru undantikin: Meginreglan er, at arbeiðssteðgur rakar ikki stjórar og leiðarar – hvar markið gongur, framgongur beinleiðis í nøkrum sáttmálum og høvuðsavtalum. Leiðarar á dagstovnum eru ikki undantiknir arbeiðssteðgi. Annars kann serlig avtala verða gjørd um ávís størv.                                              

Tænastumenn: Tænastumenn kunnu ikki fara í arbeiðssteðg/verkfall.

Hvør kann gera arbeiði, sum er rakt av arbeiðssteðgi?

Starvsfólk, sum eru limir í øðrum feløgum, kunna nokta at gera arbeiði, sum er rakt av arbeiðssteðgi/verkfalli.

Fyri tænastumenn galda vanligu reglurnar í tænastumannarættinum, jf. §§ 10 og 11 í tænastumannalógini – teimum kann tí verða álagt at gera arbeiði, sum er javnsett ella hægri, í somu tænastugrein. Tænastumonnum kann tí verða álagt at gera arbeiði, sum er rakt av arbeiðssteðgi, kemur hetta undir §§ 10 og 11 í tænastumannalógini.

Listen