Viðtøkur felagsins

Her standa viðtøkurnar, sum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tekur støði í.

Viðtøkur
§ 1. Navn og limaskapur

Stk. 1. Navn felagsins er Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, stytt KAF.

Stk. 2. KAF er sjálvstøðugt limafelag undir Kommunufelagnum, stytt KF.

Stk. 3. Limir í felagnum eru umframt KF, Elfelagið SEV, stytt SEV og L/F Interkommunali Renovatiónsfelagsskapurin, stytt IRF.

Stk. 4. Heimstaður felagsins er Tórshavn.

§ 2. Endamál felagsins

 

Stk. 1. Endamál felagsins er at fremja áhugamál limanna í øllum málum um lønar- og setanarviðurskifti starvsfólkanna. Hetta verður gjørt við at:

• samskipa lønarlagið og samráðast um sáttmála við starvsfólka- og fakfeløg, sum hava samráðingarrætt

• røkja áhugamál limanna í málum um lønar- og setanarviðurskifti, starvsmetingum, útbúgving o.a., og røkja samskifti við tey starvsfólka- og fakfeløg, sum samráðst verður við og myndugleikar annars, við neyðugum atliti til kommustýrislógina § 5, stk. 5.

• virka fyri og ansa eftir, at galdandi sáttmálar verða hildnir

• gera sítt til, at tað slepst undan trætumálum millum arbeiðsgevara og starvsfólk, ella um hetta ikki ber til, at royna at fáa tey loyst á friðarligan hátt, uttan arbeiðssteðg. Verður arbeiðssteðgur ella trætumál, røkir felagið, tá heitt verður á tað, mál arbeiðsgevaranna so langt, sum hóskandi verður hildið

• virka fyri, at trætumál limanna millum verða loyst

•við skeiðvirksemi ella á annan hátt upplýsa limir felagsins um viðurskifti, ið viðvíkja kommunalum/interkommunala arbeiðsgevara áhugamálum

§ 3. Upptøka

Stk. 1. KF og interkommunalir felagsskapir í Føroyum kunnu gerast limir við skrivliga at senda umsókn til nevnd felagsins.

Stk. 2,  Limir í felagnum skriva undir viðtøkur felagsins, soleiðis sum tær eru, ella seinni á lógligan hátt kunnu verða broyttar.

§ 4. Útmeldan

 

Stk. 1. Eingin kann siga seg úr felagnum, uttan við innskrivaðum brævi og við 6 mánaða freist.

Stk. 2. Hóast limur sigur seg úr felagnum, er hann framvegis bundin av galdandi sáttmálum, til hesir halda uppat.

Stk. 3. Limur, sum fer úr felagnum, hevur einki krav móti felagnum.

§ 5. Ársfundur

Stk. 1. Ársfundur verður hildin á hvørjum ári innan 1. mai.

Stk. 2. Nevndin í KAF hevur rætt til at luttaka á aðalfundinum hjá KF, men ikki skyldu at luttaka.

Stk. 3. Innkalling til ársfund verður gjørd í minsta lagi 14 dagar frammanundan.

Stk. 4. Saman við innkallingini verður sendur grannskoðaður roknskapur og onnur innkomin mál.

Stk. 5. Atkvøðurættur: KF hevur 4 atkvøður, SEV og IRF hava 1 atkvøðu hvør. Ársfundurin er viðtøkuførur, tá meira enn helmingurin av atkvøðutalinum eru umboðað. Allar avgerðir á ársfundinum verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta.

Stk. 6 Mál, sum skulu viðgerast á ársfundinum, skulu vera KAF í hendi seinast 4 vikur undan ársfundinum. Uppskot frá øðrum enn nevndini skulu vera felagnum í hendi í so góðari tíð, at tey kunnu takast við í fundarfráboðanina, um tey skulu koma til viðgerðar á aðalfundi.

Stk. 7. Ársfundurin verður skipaður við hesi skrá:

a)      Formaðurin skipar fyri vali av fundarstjóra

b)      Formansfrágreiðing um virki felagsins í farna ári.

c)      Framløga av grannskoðaðum roknskapi

d)      Innkomin mál.

e)       Ymiskt

§ 6. Nevndin

Stk. 1. Í nevndini sita 6 limir, sum verða valdir av nýggjum eftir hvørt kommunustýrisval og virka til nýggj nevnd er vald. KF velur 4 limir, meðan SEV og IRF velja hvør sín lim. Á sama hátt verða 6 varalimir tilnevndir.

Stk. 2. Nýggj nevnd tekur við so skjótt, sum allir limirnir eru tilnevndir, og í seinasta lagi 1. mai.

Stk. 3. Nevndin ger sína egnu starvsskipan.

Stk. 4. Nevndin velur sjálv formann og næstformann.

Stk. 5. Nevndarfundur er so ofta, sum formaðurin metir tað vera neyðugt, ella um ein nevndarlimur setir ynski fram um tað.

Stk. 6. Nevndin er viðtøkufør, tá meira enn helmingurin av nevndarlimunum eru á fundi.

Stk. 7. Hvør nevndarlimur hevur eina atkvøðu, og avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta.

Stk. 8.  Um tað, sum fer fram á nevndarfundi, verður gjørd fundarfrágreiðing, sum allir nevndarlimir góðkenna.

§ 7 Skrivstovan

 

Stk. 1. Fyrisitingin í KAF er partur av fyrisitingini í KF.

Stk. 2. Ovasta fyrisitingarliga leiðsla felagsins er stjórin í KF. Stjórin setur og loysir úr starvi starvsfólk í KAF í samráð við nevnd felagsins.

Stk. 3. Í øllum málum sambært § 2 virkar fyrisitingin í KAF undir leiðslu av nevnd felagsins.

Stk. 4. Skrivstovuleiðarin í KAF hevur dagligu fyrisitingina av felagnum um hendi og skal í samstarvi við stjóran í KF og nevnd felagsins umsita felagið innan fíggjarligu karmarnar og í samsvari við endamál felagsins.

§ 8 Limagjald

Stk. 1. Tá nýggir limir verða upptiknir, skal samráðast um limagjaldið.

Stk. 2. Formaðurin ger saman við stjóranum í KF og skrivstovuleiðaranum í KAF uppskot til fíggjarætlan fyri komandi ár, harundir ásetan av limagjaldi. Formaðurin leggur uppskotið fyri nevndina til góðkenningar í seinasta lagi tann 1. juli.

Stk. 3. KF rindar 2/3 av ásetta limagjaldinum. SEV og IRF rinda 1/3 av ásetta limagjaldinum, og av hesum rindar SEV 2/3 og IRF 1/3.

Stk. 4. Eingin limur heftir fyri skyldum felagsins við øðrum enn tí, sum avgjørt er at vera hansara partur av útreiðslunum, sambært fíggjarætlanini.

§ 9 Tekning

Stk. 1. Felagið verður teknað av nevndarformanninum saman við einum nevndarlimi ella saman við skrivstovuleiðaranum fyri KAF.

§ 10 Samráðingarnevnd

 

Stk. 1. Nevndin tilnevnir umboð og formann í samráðingarnevnd. Við sáttmálasamráðingar, sum viðvíkja SEV og IRF, kann umboð frá nevndu felagsskapum luttaka sum partur av samráðingarnevndini. Annars kann samráðingarnevndin, eftir meting nevndarinnar, víðkast við umboðum fyri teir einstøku limirnar.

Samráðingarnevndin kann, um nevndin ynskir tað, leita sær sakkunnleika aðrastaðni.

Stk. 2. Uppgávan hjá samráðingarnevndini er at samráðast við tey starvsfólka- og fakfeløg, sum hava rætt til at samráðast um øll sáttmálaviðurskifti.

Stk. 3. Samráðingarnevndin ger sína egnu starvsskipan.

§ 11 Roknskapur og grannskoðan

Stk. 1. Roknskapurin hjá KAF er ein sjálvstøðugur roknskapur, sum er partur av roknskapinum hjá Kommunufelagnum og verður grannskoðaður, sum ein partur av hesum.

Stk. 2. Inntøkur og útreiðslur fyri KAF verða neyvt atskildar frá fíggjarviðurskiftunum hjá KF annars.

§ 12 Tagnar- og upplýsingarskylda

Stk. 1. Limir felagsins hava tagnarskyldu viðvíkjandi upplýsingum um innanhýsis viðurskifti í felagnum.

Stk. 2. Limirnir hava skyldu til, eftir áheitan frá nevndini, at lata teir upplýsingar, ið hava týdning fyri at kunna samráðast, umframt upplýsingar um lønar-, arbeiðs- og útbúgvingarviðurskifti fyri starvsfólkið. Hesir upplýsingar verða viðgjørdir í trúnaði.

§ 13 Trætumál

 

Stk. 1. Verður arbeiðssteðgur ella trætumál millum lim í felagnum og starvsfólk tess ella fakfelagið, binda hinir limirnir í felagnum seg at stuðla og hjálpa viðkomandi limi mest møguligt við m.a. at taka lut í móttiltøkum, sum nevndin í felagnum samtykkir at seta í verk.

Stk. 2. Allir limir binda seg til, um nevndin boðar frá tí, ikki at seta fólk hjá teimum limum í starv, har arbeiðssteðgur er, fyrr enn hann er hildin uppat.

§ 14 Gerðarrættur

Stk. 1. Trætumál millum felagið og lim kann leggjast fyri gerðarrætt.

Stk. 2. Í gerðarrættinum eru tveir limir, har felagið velur annan og limurin hin, umframt ástøðumann, sum verður tilnevndur av Føroya rætti.

Stk. 3. Avgerðin hjá gerðarrættinum er endalig og kann ikki leggjast fyri vanligu dómstólarnar.

§ 15 Avtøka av felagnum

Stk. 1. Felagið verður tikið av, tá ið minst ¾ av limunum ynskja tað.

Stk. 2. Verður felagið tikið av, verða ognir felagsins býttar millum limir felagsins á tann hátt, at miðaltalið fyri limagjaldið trý tey seinastu árini gevur lutfalstalið til hvønn lim.

§ 16 Gildiskoma

 

Stk. 1. Hesar viðtøkur fáa gildi, tá ið tær eru samtyktar á aðalfundi í KAF.

 

Tórshavn hin 12. mars 2014

Listen