Løn tá starvsfólk eru dómsmenn og nevningar

Í kjalarvørrinum av broytingum í rættargangslógini er seinnu árini vorðið vanligari, at dómsmenn og nevningar verða brúktir í rættarmálum í sambandi við revsimál.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur viðgjørt spurningar, ið taka seg upp í sambandi við, at starvsfólk verða biðin til dómsmenn og nevningar, sum er at meta sum ein borgarlig skylda.

Í tilmælinum finnur tú svar upp á spurningar, so sum:
Hvat merkir tað fyri kommunala arbeiðsgevaran, at starvsfólk verða biðin til dómsmenn/nevningar?

Tá starvsfólk verða biðin til dómsmenn og nevningar vísir tað seg, at tørvur er á greiðari mannagongd fyri, hvussu fyrispurningar hesum viðvíkjandi eiga at verða viðgjørdir. Eftir áheitan frá kommunalu arbeiðsgevarunum, hevur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið viðgjørt spurningar, ið taka seg upp í sambandi við, at starvsfólk verða biðin til dómsmenn og nevningar.

Ofta spyrja arbeiðsgevarar:

  • Er rímiligt, at arbeiðsgevarar veita rættinum fíggjarligan stuðul til eina útbygda dómsmansskipan, ella eigur landið/staturin ikki at bera allan kostnaðin av hesum?
  • Eiga vit í størri mun enn aðrir arbeiðsgevarar at gera tað smidligt hjá starvsfólki at átaka sær samfelagsgagnligar uppgávur av hesum slagi?”
  • Hvussu ger mann aðra staðni?

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur gjørt eitt tilmæli um, hvørt starvsfólk, ið røkja uppgávur sum annaðhvørt dómsmenn ella nevningar, skulu hava løn fyri tíðarskeiðini, tá ið tey møta í rættinum og harvið eru burtur frá arbeiði.

Hvat merkir at vera dómsmenn og nevningar?

Í kjalarvørrinum av broytingum í rættargangslógini er seinnu árini vorðið vanligari, at dómsmenn og nevningar verða brúktir í rættarmálum í sambandi við revsimál.

Hetta merkir, at í revsimálum eru leikdómarar við til at taka avgerð. Leikdómarar skulu ikki hava serligan løgfrøðiligan kunnleika, men skulu vera við til at taka avgerð við opnum sinni, sunnum skili og atfinningarsomum hugburði til tað, sum verður lagt fram í rættinum.

Dómsmenn eru við til at døma í ávísum revsimálum, í bæði Føroya Rætti og í landsrættinum.

Í málum, har ákærin krevur ein fongsulsdóm á meiri enn 4 ár, eru nevningar við til at siga dómin.

At vera dómsmaður og nevningur er at meta sum borgarligt umboð – ein borgaraskylda.

Á heimasíðuni hjá Føroya Rætti stendur:

Hvervet som lægdommer er et såkaldt borgerligt ombud, og som udgangspunkt kan du ikke frasige dig at være lægdommer. Derfor har du også krav på at få fri fra dit arbejde, når du skal være lægdommer - og din arbejdsgiver må ikke pålægge dig, at du skal bruge feriedage på det.

Tann, sum er leikdómari, fær eina samsýning frá rættinum:

Som lægdommer får du 1.100 kroner om dagen og 120 kroner for hver nat, du er borte fra hjemmet (med forbehold for, at honoraret kan blive ændret).

Hvis du bor mere end tre kilometer fra retten, får du dækket dine udgifter til transport, typisk svarende til udgiften til en standardbillet.

Retten oplyser dit honorar til TAKS, og der bliver trukket A-skat af beløbet.

Hvat mælir Kommunala Arbeiðsgevarafelagið til?

Rættarskipanin í Føroyum er tann sama sum í Danmark. Landið og kommunurnar røkja uppgávur og leiklutir, sum eru umleið tær somu sum hjá donsku myndugleikunum.

Tilmælið er tí viðgjørt við støði í viðkomandi donskum ásetingunum um somu viðurskifti ásettar í “Ombudsbekendtgørelsen”, frá 1985, sí Ombudsbekendtgørelsen (retsinformation.dk) og rundskrivið hjá KL, ið kallast Regulativ om tjenestemænd og lønafkortning for tjenestemænd, der varetager ombud og lignende.

Uppgávurnar sum dómsmaður og nevningur verða mettar at koma undir ólønt størv í reglunum hjá bæði statinum og donsku kommununum. Hetta hóast fólk fáa eina ávísa samsýning sambært ásetingum í m.a. Personale Administrative Vejledning (PAV):

Hverv som domsmand og nævning betragtes som ulønnede, uagtet at der ydes honorar herfor, jf. Fmst. cirk. 25/11 1985 om tjenestefrihed og lønafkortning for ansatte i staten m.v., der varetager ombud o.lign..” (PAV  26.2.7.1., se PAV (medst.dk)

Hetta merkir, at starvsfólk, sum skulu røkja uppgávu sum dómsmenn og nevningar eftir donsku reglunum, hava rætt til frí við løn í upp til 6 vikur um árið.

Sambært Føroya Rætti hevur rætturin ikki heimild at endurrinda lønarútreiðslur hjá arbeiðsgevara, hvørki privatum ella almennum, til dømis um so er, at hesi hava havt útreiðslur til møguligan avloysara.

Við støði í omanfyristandandi verður mælt til at fylgja hesum ráðum, tá starvsfólk verða biðin til dómsmenn ella nevningar:

  • Kommunali arbeiðsgevarin vísir vælvild, tá ið starvsfólk skal røkja starv sum borgarligt umboð, og leggur arbeiðið soleiðis til rættis, at til ber at røkja uppgávuna.  (Viðmerking: Er hetta ikki endurtøka av 1. punkti?)
  • Ber ikki til at umleggja arbeiðið, ella hevur umlegging við sær eina munandi øking av arbeiðstíðini, fær starvsfólkið tænastufrí.
  • starvfólk fáa tænastufrí uttan løn, tá ið tey fáa viðurlag fyri starvið/uppgávuna, ella tá ið møguleiki er fyri at fáa endurgjald fyri mista inntøku.
  • Tá ið talan er um ólønt starv/uppgávu sum borgarligt umboð, kann tænastufrí latast uttan lønarfrádrátt. Tænastufrí uttan lønarfrádrátt kann vera givið fyri í mesta lagi 6 vikur hvørt kalendaraár. Tænastufrí, sum fer útum 6 vikur, er uttan løn.
  • Tíðin, ið starvsfólk er borgarligt umboð, telur við í starvsaldrinum. Og er talan um tænastumann, telur tíðin eisini við í eftirlønaraldrinum.
Les tilmælið í fullum líki