Kunning um fakfelagsfrælsi

Starvsfólk hava fakfelagsfrælsi og kunnu velja ikki at vera limur í einum fakfelag.

Í kunningini finnur tú svar upp á spurningar, so sum:
Kunnu starvsfólk velja ikki at vera limur í einum fakfelag?

Starvsfólk hava rætt til at skipa seg í fakfelag, men kunnu eisini velja ikki at vera limur í einum fakfelag. Hetta er ein spurningur, ið arbeiðsgevarin ikki eigur at leggja seg út í.

Eigur arbeiðsgevarin at biðja um skrivliga váttan frá starvsfólki, áðrenn limagjald verður flutt av lønini?

Í teimum førum, tá arbeiðsgevarin flytur limagjald til fakfeløg av lønini hjá starvsfólkum, mælir Kommunala Arbeiðsgevarafelagið til, at arbeiðsgevarin fær skrivliga váttan frá hvørjum einstøkum starvsfólki um, at tey vilja, at limagjald verður flutt av lønini, og hvørjum fakfelagi starvsfólkið vil vera limur í.

Hvør er avleiðingin, um arbeiðsgevarin limar starvsfólk í ávís fakfeløg uttan at spyrja starvsfólkini eftir?

Um so er, at arbeiðsgevarin limar starvsfólk í ávís fakfeløg uttan at spyrja starvsfólkini eftir, kunnu starvsfólkini krevja endurgjald frá arbeiðsgevaranum.

Listen