Starvsskipan felagsins
Her stendur starvsskipanin, sum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tekur støði í.
Starvsskipan
Starvsnevndin fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, stytt KAF, verður vald samsvarandi ásetingunum í viðtøkunum hjá Kommunufelagnum, stytt KF.
KF velur forfólk, næstforfólk og ein starvsnevndarlim.
Starvsnevndarlimir í KAF eru harafturat nevndarformaðurin í SEV, hvørs varalimur er næstformaðurin í SEV, og nevndarformaðurin í IRF, hvørs varalimur er næstformaðurin í IRF.
Afturat starvsnevndarlimunum kunnu leiðslurnar hjá SEV og IRF lata seg umboða av leiðandi starvsfólkum hjá avvarðandi felagsskapum. Starvsfólkaumboðini hava møtirætt og talurætt, tó ikki atkvøðurætt á starvsnevndarfundi í KAF.
Endamálið hjá KAF er at ráðgeva og vegleiða kommununum, kommunalum samstørvum og interkommunalum felagsskapum í øllum málum um lønar- og setanarviðurskifti starvsfólkanna.
Hetta verður gjørt við at:
- samskipa lønarlagið og samráðast um sáttmálar við starvsfólka- og fakfeløg, sum hava samráðingarrætt,
- røkja áhugamál arbeiðsgevarans í málum um lønar- og setanarviðurskifti, starvsmetingum, útbúgving o.a., og røkja samskifti við fakfeløg, sum samráðst verður við og myndugleikar annars, við neyðugum atliti til kommunustýrislógina § 5, stk. 5,
- virka fyri og ansa eftir, at galdandi sáttmálar verða hildnir, og
- kunna og vegleiða um viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri arbeiðsgevarar, herundir um sáttmálaviðurskifti, arbeiðsmarknaðarmál o.a.
Starvsnevndarfundur er í minsta lagi einaferð um kvartalið.
Starvsnevndin er viðtøkufør, tá meira enn helmingurin av valdu starvsnevndarlimunum eru á fundi.
Hvør starvsnevndarlimur hevur eina atkvøðu, og avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta av greiddu atkvøðunum, tó so at blankar atkvøður ikki telja við.
Fundarfrágreiðing verður gjørd um tað, ið fer fram á starvsnevndarfundi. Allir møttu starvsnevndarlimirnir góðkenna fundarfrágreiðingina.
Fyrisitingin í KAF er partur av fyrisitingini í KF.
Stjórin fyri KF setir saman við starvsnevndini ein leiðara at hava dagligu fyrisitingarligu og fakligu leiðsluna av KAF.
Leiðarin fyri KAF setir onnur starvsfólk í starv.
Leiðarin í KAF hevur dagligu fyrisitingina av virkseminum hjá KAF og skal í samstarvi við stjóran í KF og starvsnevndina umsita arbeiðsgevaravirksemið innan fíggjarligu karmarnar og í samsvari við endamálið við starvsnevndini.
Forfólkið í starvsnevndini ger saman við stjóranum í KF og leiðaranum í KAF uppskot til fíggjarætlan fyri komandi ár, harundir ásetan av játtan. Forfólkið leggur uppskotið fyri starvsnevndina til góðkenningar í seinasta lagi tann 1. juni.
Starvsnevndin leggur síðani fíggjarætlanina fyri borgarstjórafundin, sum góðkennir fíggjarætlanina fyri samlaða virksemið í KF í seinasta lagi 1. juli.
KF rindar 2/3 av játtanini til KAF. SEV og IRF rinda 1/3 av av játtanini – og av hesum rindar SEV 2/3 og IRF 1/3.
KF ásetir á borgarstjórafundi samsýningarreglur fyri valdu umboðini í KF og starvsnevndum felagsins.
Roknskapurin hjá KAF er ein sjálvstøðugur roknskapur, sum er partur av roknskapinum hjá KF og verður grannskoðaður, sum ein partur av hesum.
Inntøkur og útreiðslur fyri KAF verða neyvt atskildar frá fíggjarviðurskiftunum hjá KF annars.
Starvsnevndin verður teknað av starvsnevndarformanninum saman við einum starvsnevndarlimi ella saman við leiðaranum fyri KAF.
Starvsnevndin tilnevnir umboð og formann í samráðingarnevnd. Við sáttmálasamráðingar, sum viðvíkja SEV og IRF, kunna umboð frá nevndu felagsskapum luttaka sum partur av samráðingarnevndini. Annars kann samráðingarnevndin, eftir meting starvsnevndarinnar víðkast við viðkomandi umboðum.
Samráðingarnevndin kann, um starvsnevndin ynskir tað, leita sær sakkunnleika aðrastaðni.
Uppgávan hjá samráðingarnevndini er at samráðast við fakfeløg, sum hava rætt til at samráðast um øll sáttmálaviðurskifti.
Starvsnevndarlimirnir o.o. hava tagnarskyldu viðvíkjandi upplýsingum um innanhýsis viðurskifti í starvsnevndini.
Starvsnevndarlimirnir hava skyldu til, eftir áheitan frá starvsnevndini, at lata KAF teir upplýsingar, ið hava týdning fyri at kunna samráðast, umframt upplýsingar um lønar-, arbeiðs- og útbúgvingarviðurskifti fyri starvsfólkið. Hesir upplýsingar verða viðgjørdir í trúnaði.
Samtykt og sett í gildi á eykaaðalfundi í Kommunufelagnum hin 31. januar 2025.