Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Væleydnað skeið um samráðingar

19. mai 2017

Tikið var væl undir við skeiðinum um samráðingar, sum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið skipaði fyri týsdagin 16. mai.

Kommunurnar vóru væl umboðaðar við luttøku av bæði starvsfólkum úr umsitingunum og við kommunustýrislimum.

Dagurin var skipaður við framløgum og við samráðingum, sum byggja á tann "áhugagrundaða samráðingarháttin", hvørs høvuðsendamál er at fáa greiðu á, hvørji veruligu áhugamálini hjá pørtunum í eini samráðing eru. Við "áhugagrundaða samráðingarháttinum" verður farið aftur um krøvini hjá pørtunum, fyri at finna aftanfyri liggjandi áhugamálini. Tá tað er greitt, hvørji áhugamálini hjá pørtunum eru, er tað einfaldari at finna fram til góðar semjur, sum ganga báðum pørtum – ella øllum pørtum – í eini samráðing á møti.

Hugsanin við "áhugagrundaða samráðingarháttinum" er at fáa meira burturúr samráðingunum, at man við hesi tilgongd til samráðingar kann "gera kakuna størri", sum sagt verður. Tann "áhugagrundaði samráðingarhátturin" kann nýtast í flest øllum samráðingum, tað veri seg í samráðingum á arbeiðsplássinum, í sáttmálasamráðingum, umframt í øllum øðrum samráðingum dag og dagliga.

Um undirtøka er fyri tí, fer Kommunala Arbeiðsgevarafelagið at skipa fyri slíkum skeiði aftur komandi vár.

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo