Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Tíðindaskriv

31. mai 2021

Arbeiðsgevararnir halda seg til uppskotið hjá Semingsstovninum

Uppskotið hjá Pedagogfelagnum byggir í stóran mun á upprunakrøvini hjá felagnum. Tí halda Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið seg til semingsuppskotið hjá Semingsstovninum.

Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava í dag svarað Føroya Pedagogfelag, sum 26. mai sendi pørtunum ein teldupost. Har boðar Pedagogfelagið frá, at tað hevur gjørt eitt nýtt uppskot til semju, sum partarnir verða bidnir um at taka støðu til. 

Men uppskotið hjá Pedagogfelagnum tekur í stóran mun støði í upprunakrøvunum hjá felagnum og leggur soleiðis upp til, at partarnir byrja at samráðast heilt av nýggjum. Tað meta vit ikki gevur meining, tá hugsað verður um, at nógvir samráðingarfundir og drúgv seming hava verið millum partarnar. 

Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava samráðst við Føroya Pedagogfelag  seinasta hálva árið. Pedagogfelagið heitti síðani á Semingsstovnin um at royna semju, og eftir drúgva seming legði Semingsstovnurin eitt semingsuppskot fyri partarnar 21. mai. Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið góðtóku uppskotið, meðan Føroya Pedagogfelag vrakaði tað. 

Telduposturin hjá Pedagogfelagnum í farnu viku er í stóran mun ein endurtøka av upprunakrøvunum hjá felagnum. Hetta gevur lítla meining, tí ein semja er ikki eitt einsíðugt skjal frá øðrum partinum sum so at siga bert inniheldur upprunakrøv hansara. 

Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava í dag boðað Føroya Pedagogfelag frá, at arbeiðsgevarasíðan heldur seg til semingsuppskotið, sum Semingsstovnurin legði fyri partarnar.

Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vilja fegin fáa eina semju, men semjan má taka støði í tí semingsuppskoti, ið Semingsstovnurin hevur lagt fyri partarnar.

Vinarliga

Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo