Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Tiltak um tænastumannaeftirlønir

07. mars 2017

Hósdagin tann 30. mars 2017 skipar Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fyri einum tiltaki um tænastumannaeftirlønir.

Tiltakið er ætlað starvsfólkum hjá kommunum, ið hava starvsfólk við tænastumannarættindum. Bjarni Mortensen, fulltrúi hjá KAF, fer at greiða frá høvuðsprinsippunum í tænastumannasetanini, og serliga teirri eftirlønarskipan, ið er knýtt at tænastumannasetanini.

Tiltakið verður frá kl. 13.00 til 15.00 í hølunum hjá Kommunufelagnum í R.C. Effersøesgøtu 30, Tórshavn.

Tey, ið ynskja at luttaka, vera biðin um at boða frá luttøku á kaf@kaf.fo, í seinasta lagi mánadagin tann 27. mars 2017.

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo