Stórur áhugi fyri sálarliga arbeiðsumhvørvinum
29. november 2016
Fríggjadagin í farnu viku skipaði Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fyri tiltaki í Østrøm um sálarliga arbeiðsumhvørvið.
Í fleiri sáttmálum, sum eru undirskrivaðir seinnu árini, hava partarnir eisini ásannað týdningin av, at hava eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi og eitt gott samstarv á arbeiðsplássinum, har starvsfólk og leiðslur trívast. Vit vita, at góður trivnaður á arbeiðsplássinum er ein fyritreyt fyri, at starvsfólkini megna at loysa tær uppgávur, ið vit hvør í sinum lagi eru sett í verðina at loysa, og – ikki minst – at ein góður trivnaður er ein fortreyt fyri, at vit kunnu loysa uppgávurnar væl.
Í síni røðu á tiltakinum undirstrikaði formaðurin í KAF, Heðin Mortensen, at tað er umráðandi, at øll á arbeiðsplássinum taka ábyrgd. Tí mugu leiðslur, álitisfólk og starvsfólk í felag taka ábyrgd av trivnaðinum á arbeiðsplássinum, bæði tá tað gongur væl og minni væl, og øll mugu verða við og virka fyri, at møguligir trupulleikar á arbeiðsplássinum verða loystir so skynsamt, sum til ber.
Heðin vísti á, at donsku gestirnir, Lise Keller, Charlotte Bredal og Preben Meier Pedersen, sum tóku lut á tiltakinum, hava eina servitan á sínum øki, sum er vunnin við drúgvum royndum á danska arbeiðsmarknaðinum, har nógv er gjørt burtur úr sálarliga arbeiðsumhvørvinum í mong ár, og har tað leingi hevur verið partur av sáttmálum millum partarnar. Tað hevur tí okkara serliga áhuga at hoyra meira um, hvussu tað hevur gingist í Danmark, serliga um góðu royndirnar, sum vit kunnu velja at taka við okkum – og læra av.
Leivur Person frá Arbeiðseftirlitinum legði eisini fram á fundinum á Østrøm.
Við tiltakinum er grundleggjandi kunningin fingin til vega, og nú er upp til partarnar at arbeiða víðari innan sítt arbeiðsøki og skapa skipaðar karmar um, hvussu vit virka fyri einum støðugt betri trivnaði á arbeiðsplássinum - og halda fast við hesa kós.