Stavsetingarskeið
03. september 2015
Vit hava fingið fleiri áheitanir, um aftur at skipa fyri skeiði í føroyskari stavseting. Vit fara tí at hava eitt nýtt starvsetingarskeið fríggjadagin 18. september 2015 á Hotel Føroyum.
Skeiðið er ætlað bæði kommunustýrislimum, starvsfólki í kommunalu fyrisitingunum og starvsfólki í interkommunalum fyritøkum, sum í dagliga virki sínum samskifta skrivliga og hava tørv á at læra at stava rættari føroyskt ella at læra seg føroyska stavseting aftur. Sum dømi kunnu vit nevna, nær vit skriva ð, nær tað skal verða -ir og –ur, og nær vit seta komma ella annað tekn.
Tilmelding skal sendast til kaf@kaf.fo og seinasta freist at melda seg til skeiðið er fríggjadagin 11. september 2015 kl. 15.00 . Við atliti at fyrireiking v.m. er tilmeldingin bindandi eftir henda dag. Ein nærri lýsing av skeiðnum sæst her.