Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava skrivað undir semju

17. desember 2015

Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava í dag skrivað undir eina 2 ára semju.
Sáttmálin millum feløgini er við semjuni endurnýggjaður og galdandi frá 1. oktober 2015 til 1. oktober 2017.
Lønirirnar hækka tann 1. oktober 2015 við 1,71% og 1. oktober 2016 við 1,9%.
Avtalur um m.a. fráboðanarform og fráboðanarfreist, førleikamenning eru gjørdar, umframt aðrar tillagingar/dagføringar í sáttmálanum og umflokkingar.
Semjan, lønartalvurnar og avtalurnar eru lagdar á heimasíðuna.

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo