Semja við tannlæknarnar
21. januar 2016
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið gjørdi í dag semju við tannlæknarnar um sáttmálaskeiðið frá 1. oktober 2015 til 1. oktober 2017. Semjan byggir eins og aðrar semjur í seinastuni á ein karm á 4,15%.
Lønarhækkanin tann 1. okt. 2015 er á 2,25%, og 1. okt. 2016 hækkar lønin aftur við 1,9%.
Tað, sum serliga er vert at leggja merki til, er, at partarnir hava gjørt semju um nýggja flokking til sertannlæknar. Eingin sertannlækni er í starvi á kommunala sáttmálaøkinum í løtuni, men við broyttu fortreytunum vóna vit at fáa sertannlækna at virka á økinum aftur.
Annars eru gjørdar tillagingar og dagføringar í sáttmálanum, sum eru til gagns fyri báðar partar. Partarnir hava harafturat gjørt avtalu um førleikamenning og um eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi.
Á myndini undirskriva tey bæði, Heðin Mortensen vegna KAF, og Elisabeth Møller, vegna Danska Tannlæknafelagið, semjuna.