Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Semja undirskrivað við handverkarafeløgini

19. desember 2018

Seinnapartin skrivaði Kommunala Arbeiðsgevarafelagið undir semju við Landsfelag Handverkaranna og Føroya Handverkarafelag.

Sáttmálin er endurnýggjaður frá 1. oktober 2017 til 1. oktober 2019. Semjan byggir á ein 2 ára sáttmála.

Fyrra árið er lønarhækkanin 2,3%, og fyri seinna árið er nýggj lønartalva er gjørd.

Nýggja lønartalvan, ið er galdandi frá 1. oktober 2018, er stytt soleiðis, at tvey tey fyrstu stigini fella burtur, og stigini annars verða tillagað nýggju lønartalvuni.

Broytingar galdandi frá 1. oktober 2018:

  • Handverkarar ganga stigini 1 – 11
  • Leiðandi handverkarar stig 16
  • Vaktleiðarar á KOB stig 21
  • Montørar á SEV ganga stigini 5 – 13
  • Leiðandi montørar ganga stigini 10 – 18

Umframt lønarhækking, so fáa handverkarar frameftir eisini eftirløn av persónligum ískoytum, og dagføringar og batar eru gjørdir í ásetingum um m.a. vaktarskyldu og barnsferð.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fegnast um semjuna, sum skrivað varð undir fyri løtu síðani við handverkarafeløgini.

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo