Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag
04. desember 2020
Í gjár skrivaðu Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag undir semju um nýggjan sáttmála fyri dagrøktarar. Sáttmálin partanna millum gekk út hin 1. oktober 2019.
Talan er um eina 2 ára semju við lønarhækkan samsvarandi tí hjá øðrum dagrøktarum á kommunala økinum.