Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Semja millum Fysio- og Ergoterapeutfelagið og KAF/FMR

15. desember 2023

Fyrrapartin skrivaðu Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fysio- og Ergoterapeutfelagið undir semju um at endurnýggja sáttmálan fyri tíðina frá 1. januar 2023 til 31. desember í 2025.


Semjan byggir á ein karm á 3,8% fyri 2023, 4,2%  fyri 2024 og 4,75% fyri 2025.

 

Tann 1. januar 2025 flyta fysio- og ergoterapeutar í nýggja lønartalvu.

 

Dagføring er gjørd ásetingini um barsil, sí hjáløgdu semju.

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo