Semja gjørd við Heilsuhjálparafelagið
04. juni 2018
Fyri løtu síðani skrivaðu Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelagið undir semju um sáttmála, sum er galdandi fram til 1. oktober 2019.
Lønarkarmurin svarar til áleið sama karm sum lønarkarmurin í semjuni, ið Kommunala Arbeiðsgevarafelagið gjørdi við Starvsmannafelagið fyrr í ár.
Semjan ber eitt nú við sær eina endaløn fyri heilsuhjálparar, ið hækkar við kr. 2.000 yvir tvey ár. Somuleiðis er bólkaleiðaraviðbótin hækkað eitt vet og eftirløn verður frameftir goldin av førleikaviðbótum.
Harumframt er álitisfólkaskipanin dagførd og eisini er avtalað, at partarnir í sáttmálaskeiðinum gera leist um handfaring av undantøkum í sambandi við arbeiðssteðgir.
Annika Olsen, forkvinna í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, fegnast serliga um, at tað eydnaðist at gera eina avtalu um undantøkini, og at hetta arbeiðið skal gerast liðugt innan 1. januar 2019. Á hendan hátt kunnu partarnir fyribyrgja, at veikir og røktarkrevjandi borgarar koma í klemmu í sambandi arbeiðssteðgir.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið heldur nú áfram við samráðingunum. Á skránni verða fyrst Heilsurøktarafelagið, Maskinmeistarafelagið umframt Skipara- og navigatørfelagið.