Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Semja gjørd við Heilsuhjálparafelagið

15. oktober 2016

Fríggjadagin tann 14. oktober gjørdi Kommunala Arbeiðsgevarafelagið semju við Heilsuhjálparafelag Føroya um felags sáttmála. Sáttmálin hevur gildi frá 1. oktober í fjør og fram til 1. oktober 2017.

Hetta er fyrsti sáttmálin millum hesar partarnar. Hann er gjørdur í sambandi við, at flestu heilsu- og heimahjálparar fingu kommunurnar sum arbeiðsgevara, tá ið eldraøkið varð flutt frá landinum til kommunurnar 1. januar 2015 at umsita.

Semjan byggir á ein karm, ið er 2,25% fyrsta árið og 1,9% seinna árið, og er hetta innanfyri sama karm, sum hevur verið galdandi í samráðingunum við hini feløgini.

Partarnir hava harumframt gjørt avtalu um fráboðanarform og fráboðanarfreist í sambandi við arbeiðssteðg, eins og  ymsar dagføringar eru gjørdar í sáttmálanum.

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo