Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Semingsstovnurin komin uppí
05. oktober 2018
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið hava síðani juni mánað samráðst um endurnýggjan av sáttmálanum hjá maskinmeistarum starvsettir hjá SEV og IRF.
Seinasti fundur var tann 1. oktober. Á hesum fundi samdust partarnir um, at neyðugt var at fáa triðja part upp í samráðingarnar, og tískil er semingsstovnurin boðsendur. Terji Sigurðsson, ið júst hevur tikið við nýggjari setu, hevur havt ein innleiðandi fund við báðar partar, og semingsfundir verða í næstum.