Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Semingsstovnurin boðsendur
10. mai 2021
Hin 1. oktober 2020 gekk sáttmálin millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag út.
Partarnir handaðu hvørjum øðrum sáttmálakrøv á fundi hin 08.10.2020. Síðan hava partarnir verið á fýra fundum í eini roynd at gera semju um nýggjan sáttmála, tó uttan úrslit.
Á fundi í dag legði Føroya Pedagogfelag fram ynski um at boðsenda semingsstovninum.
Partarnir hava avtalað fyrsta fundin við semingsstovnin ónsdagin.