Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Semingin byrjar í dag millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag
07. mars 2024
Seming millum KAF og Føroya Skipara- og Navigatørfelagið
Sáttmálin millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelagið gekk út tann 1. oktober í 2022.
Partarnir handaðu krøv í september mánaði í 2023. Síðani hava partarnir havt fleiri samráðingarfundir, tó uttan at hetta bar á mál.
Partarnir gjørdu av at boðsenda Semingsstovninum tann 16. februar 2024.
Semingsroyndin byrjar fyrrapartin á Semingsstovninum.