Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Sáttmálin endurnýggjaður
21. oktober 2016
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag hava í dag avtalað, at endurnýggja sáttmálan um dagrøktarar fyri tíðarskeiðið 2015-2017.
Lønarhækkanin er tann sama, sum er avtalað við onnur fakfeløg fyri sama tíðarskeið: 2,25% frá 1. oktober 2015 og 1,9% afturat frá 1. oktober 2016.
Eisini hava partarnir avtalað onkrar smærri tillagingar í sáttmálatekstinum.