Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Sáttmáladagar

09. apríl 2019

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið skipar tann 13. mai 2019 fyri sáttmáladøgum um sáttmálarnar hjá Starvsmannafelagnum, Maskin­meistara­felagnum og Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna. 

Endamál
At kenna tær mest týðandi sáttmálaásetingarnar hjá Starvs­manna­felagnum, Maskinmeistarafelagnum og Handverkarafelag /Landsfelag Handverkaranna

Hervið at fáa eina greiða fatan av úrvaldum sáttmálaásetingum og fyrisiting av viðurskiftum í nevndu sáttmálum, sum galda á kommunala sáttmálaøkinum.

Innihald
Talan er um eitt heildagsskeið, har vit gjøgnumganga nevndu sáttmálar og koma harafturat stutt inn á avtalu, ið KAF hevur við Føroya Arbeiðarafelag.

Í undirvísingini verður serligur dentur lagdur á útvaldar sáttmála­ásetingar, og somuleiðis koma vit nakað inn á grundleggjandi fyrisitingarrætt og arbeiðsrætt.

Evnisdagurin verður skipaður við fyrilestri og kjaki.

Málbólkur
Starvsfólk, ið fáast við starvsfólkafyrisiting og lønarbókhald umframt leiðslur og formenn, ið ynskja at seta seg nærri inn í nevndu sáttmálar.

Tíð
Tann 13. mai 2019 kl. 08.30 til umleið kl. 15.30. 

Stað
Hotel Tórshavn
Tórsgøta 4
FO – 100 Tórshavn

Tilmelding
Tilmelding fer fram á kaf@kaf.fo
Freist at tekna seg er 1. mai 2019.

Kostnaður
Kostnaður fyri hvønn luttakara er kr. 700.

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo