Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Samráðingar við yrkisfeløgini byrjaðar
06. oktober 2015
Sum kunnugt, so gingu sáttmálarnir, sum KAF hevur við tey ymisku yrkisfeløgini, út 1. oktober 2015, og samráðingar við ymisku yrkisfeløgini eru byrjaðar.
Samráðingar við Heilsuhjálparafelag Føroya um nýggjan sáttmála eru farnar í gongd, og fleiri fundir eru avtalaðir í oktober mánaði.
Fyrsti samráðingarfundur við Maskinmeistarafelagið er eisini avtalaður tann 26. oktober, tá krøv verða handaði. Fleiri aðrar samráðingar eru fyri framman, og hesir fundir verða avtalaðir og lagdir til rættis saman við yrkisfeløgunum í næstum.