Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Samráðingar byrjaðar
29. september 2021
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelagið hava 27. septembur handað sáttmálakrøv. Sáttmálin partanna millum fer úr gildið 1. oktober 2021, og fevnir um heilsuhjálparar og heimahjálparar, ið virka á kommunala økinum.
Eisini hava Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið handað hvørjum øðrum sáttmálakrøv 22. septembur og fyrsti samráðingarfundur er ásettur at verða 29. septembur 2021. Sáttmálin partanna millum fer somuleiðis úr gildið 1. oktober 2021. Sáttmálaøkið fevnir um starvsfólk í starvi hjá kommunum og kommunalum felagsskapum, ið ikki eru tænastumenn ella verða lønt eftir øðrum lønarskipanum.