Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Nýskipanin á eldraøkinum: eisini ein avbjóðing hjá KAF

24. august 2015

Síðani eldraøkið við ársbyrjan varð lagt til kommunurnar at umsita, hevur KAF havt nógvar fyrispurningar um flokkingar av starvsfólki. Nú virksemið innan økið er skipað av nýggjum, er leikluturin hjá mongum starvsfólkum broyttur. Fleiri hava fingið breiðari uppgávur og sostatt eisini aðra ábyrgd. Lønarlagið hjá hesum fólkum má tí flokkast av nýggjum.


Flestu ivamálini eru avgreidd so hvørt, tó at onkur snøkil hongur eftir. Strembað verður eftir, at øll hesi viðurskifti koma í rættlag sum skjótast og í seinasta lagi innan ársenda.

 

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo