Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Lønarlyft og nýggjar lønartalvur
05. januar 2024
Lønarlyft og nýggjar lønartalvur
Tann 20. desember 2023 undirskrivaðu Fíggjarmálaráðið og Heilsuhjálparafelagið avtalu um lønarlyft, sum er galdandi frá 1. januar 2024.
Heilsurøktarfelagið undirskrivaði avtalu um lønarlyft tann 20. juni 2023 við Fíggjarmálaráðið, sum eisini er galdandi frá 1. januar 2024.
Nýggjar lønartalvur galdandi frá 1. januar 2024 fyri heilsurøktarar, heilsuhjálparar og heimahjálparar eru sendar til kommunalu arbeiðsgevararnar og lagdar á heimasíðu okkara.