Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hava undirskrivað semju
11. mars 2021
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hava í dag skrivað undir semju um nýggjan sáttmála.
Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2020. Partarnir hittust á fundi fyrstu ferð hin 2. desember 2020 og eftir nakað av fundarvirksemi varð Semingsstovnurin boðsendur.
Talan er um ein tvey ára sáttmála, ið byggir á eina samlaða lønarhækkan á 3,3%. Lønarhækkanin fer fram 1. januar 2021 og 1. januar 2022.