Kommunala Arbeiðsgevarafelagið harmast um avgerðina hjá Føroya Pedagogfelag at lýsa 24 tíma arbeiðssteðg á øllum kommunalum vøggustovum
01. juni 2021
Ongar samráðingar eru avtalaðar millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið eru sinnað at samráðast við Føroya Pedagogfelag, men útgangsstøði skal takast í semingsuppskotinum, sum Semingsstovnurin legði fyri partarnar 21. mai 2021.
Hin 26. mai sendi Føroya Pedagogfelag arbeiðsgevarunum eitt einsíðað uppskot til semju, eitt uppskot, sum einamest tekur støði í upprunakrøvunum hjá felagnum.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið kann ikki taka undir við einum uppskoti um semju, sum er gjørt av einum av pørtunum, og sum ikki leggur upp fyri ynskjunum hjá arbeiðsgevarunum. Tað skal viðmerkjast, at ein semja er tað, sum partarnir gerast samdir um, og ikki eitt einsíðað skjal frá øðrum partinum, sum í stóran mun bert inniheldur upprunakrøvini hjá øðrum partinum.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið harmast um, at Føroya Pedagogfelag lýsir 24 tíma arbeiðssteðg á kommunalu vøggustovunum heldur enn at arbeiða við at finna eina semju, ið allir partar kunnu taka undir við.
Anita Fuglø, leiðari í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum sigur tað hava stóran týdning, at starvsfólkini á dagstovnaøkinum hava góðar umstøður at arbeiða undir, og at tey trívast. Hon vísir á:
- Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag hava umrøtt hesi viðurskifti. Partarnir hava arbeitt við at orða eitt protokollat viðv. hesi áseting í sáttmálanum, og ynskti Kommunala Arbeiðsgevarafelagið við protokollatinum at lýsa, hvat skal til fyri at leggja til rættis dagliga arbeiðið á dagstovnaøkinum og at kanna, um sáttmálin skapar neyðugu karmarnar hjá leiðarum á dagstovnaøkinum, at leggja til rættis námsfrøðiliga arbeiðið á dagstovnunum -
Tað eru kommunurnar, sum eru okkara arbeiðsgevarar; tað eru kommunurnar, ið hava leiðslurættin, og tað eru tær, sum hava bestu fortreytirnar fyri at vita, hvussu arbeiðið á dagstovnunum skal skipast. Tí eru tað kommunalu arbeiðsgevararnir, sum í komandi sáttmálaskeiði skulu arbeiða við at:
- lýsa viðurskiftini viðvíkjandi fyrireiking av dagliga arbeiðinum á dagstovnaøkinum, harundir at greiða nærri frá ítøkiligu uppgávunum, sum koma undir fyrireiking og tíð til annað arbeiði
- kanna, um sáttmálin skapar hóskandi karmar hjá leiðarum á dagstovnaøkinum til skipan og eftirmeting av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovnunum
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vil fegið fáa eina semju, men semjan má taka støði í tí semingsuppskoti, ið Semingsstovnurin hevur lagt fyri partarnar.
Vinarliga
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið