Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ársfund

26. apríl 2021

Í dag hevði Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ársfund. Luttakarar vóru nevnd og eigarar felagsins, ið eru Kommunufelagið, SEV og IRF. Skráin var sambært viðtøkum felagsins. 

Pauli T. Petersen, formaður beyð vælkomin og legði síðan ársfrágreiðingina fyri 2020 fram. Fokus hjá nevndini í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum hevur seinastu tíðina m.a. verið á starvsfólkatørvinum á dagstovnaøkinum og eldraøkinum, og verður arbeitt við einari heildarætlan fyri rekruttering av starvsfólki til økini. 

Eisini verður arbeitt við møguleikanum fyri at fáa sett í verk ein kommunalan hagtalsgrunn, ið kann geva kommununum støðuga atgongd til hagtøl, so at betri møguleikar verða fyri at gera greiningar, framrokningar og uppgerðir av ymsum slagi.

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo