KAF søkir eftir fulltrúa - barsilsavloysara
16. februar 2016
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið søkir eftir fulltrúa til tíðaravmarkað starv fyri starvsfólk, sum fer í barnsburðarfarloyvi. Talan er um eitt fulltíðarstarv fyri tíðarskeiðið frá 1. mai 2016 fram til 30. apríl 2017.
Sum fulltrúi í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum verða uppgávur tínar at ráðgeva og vegleiða kommununum í málum um løn- og setanarviðurskifti hjá starvsfólkum í kommununum og hjá interkommunalu felagsskapunum SEV og IRF.
Aðrar uppgávur
- Arbeiða við at styrkja kommunalu umsitingarnar við at gera felags vegleiðingar og mannagongdir um starvsfólka- og arbeiðsrættarlig viðurskifti
- Samskipa lønarlagið og samráðast við fakfeløg, sum virka á kommunala sáttmálaøkinum.
- Umboða Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í arbeiðsbólkum
- Standa fyri skeiðsvirksemi og mennandi tiltøkum av ymiskum slagi
- Samskifta við fakfeløg og aðrar myndugleikar
- Savna og umsita vitan um starvsfólka- og arbeiðsrættarlig viðurskifti
Førleikar
- Tú hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni
- Starvsroyndir frá viðkomandi starvsøki eru ein fyrimunur
- Tú skalt duga væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og í talu, og er tað ein fyrimunur, um tú hevur royndir at arbeiða við journalskipanini 360
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært avvarðandi sáttmála.
Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til:
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
R.C Effersøesgøta 26
FO-100 Tórshavn
Umsóknarfreist
Umsóknin skal saman við prógvum og CV vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 26.februar 2016, kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anitu Fuglø, leiðara í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum á tel. 226339 ella umvegis teldupost anita@kaf.fo, ella til Eyðun Christiansen, stjóra í Kommunufelagnum á tel. 282480 ella umvegis teldupost eydunc@kf.fo.
Upplýsingar um Kommunala Arbeiðsgevarafelagið eru at finna her á heimasíðuni.