Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

KAF og Havnar Arbeiðarafelag gjørt avtalu um starvsfólk á Brennistøðini

16. oktober 2019

Seinnapartin í gjár skrivaðu Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Havnar Arbeiðarafelag undir avtalu um starvsfólk á Brennistøðini, ið starvast við evju-súgvarum í Tórshavnar kommunu. Talan er um avtalu, ið áður var gjørd millum Tórshavnar Kommunu og Havnar Arbeiðarafelag. Avtalan byggir á sáttmálan millum Havnar Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Soleiðis verða øll viðurskifti, sum ikki eru greitt ásett í avtaluni partanna millum at fylgja sáttmálanum, sum Havnar Arbeiðarafelag hevur við Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo