Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Fráboðan frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum

11. desember 2017

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur á fundi í dag 11.desember 2017 avgjørt at lýsa verkbann fyri allar námsfrøðingar og hjálparfólk, ið eru limir í Føroya Pedagogfelag – og sum starvast á kommunalu dagstovnunum og í dagrøktarskipanum kring landið.

Verkbannið fyri pedagogar og hjálparfólk á dagstovnum og í dagrøktum kring landið verður lýst at koma í gildi hósdagin 14. desember 2017 kl. 07.00.

Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum hevur í dag saman við limakommununum viðgjørt støðuna á dagstovnaøkinum í sambandi við, at Føroya Pedagogfelag leygardagin tann 9. desember 2017 gjørdi av, at lýsa verkfall fyri allar leiðarar og varaleiðarar á dagstovnum og dagrøktum í kommununum.

Niðurstøðan á fundinum var, at kommunurnar ynsktu at taka samráðingarnar uppaftur. Hetta ynskir Pedagogfelagið tíanverri ikki.

Í øðrum lagi varð staðfest, at kommunurnar ikki við vissu kenna tær ítøkiligu avleiðingarnar av, at leiðslurnar fara í verkfall. Av somu orsøk kunna kommunurnar ikki forsvara, at dagstovnarnir í longru tíð verða riknir uttan nakra leiðslu.

Kommunurnar harmast íkomnu støðuna, og verkbannið verður fyrst og fremst lýst fyri at fáa arbeiðssteðgin so stuttan sum møguligt og fyri at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið skjótast gjørligt.


Vegna Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Annika Olsen, forkvinna

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo