Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, sum er sjálvstøðugt limafelag undir Kommunufelagnum, umboðar kommunurnar, SEV og IRF á arbeiðsmarknaðinum. Kommunurnar og kommunalir felagsskapir hava sáttmálar og avtalur við øll tey feløg, sum hava limir í starvi hjá kommununum.

Sáttmálar
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fremur áhugamál hjá sínum limum í øllum málum um lønar- og setanarviðurskiftum hjá starvsfólkunum. Hetta verður gjørt við at samskipa lønarlagið og at samráðast um sáttmálar við starvsfólka- og fakfeløg, sum hava samráðingarrætt. Eisini verður virkað fyri og ansað eftir, at galdandi sáttmálar verða hildnir.


Lønartalvur
So hvørt sum nýggir sáttmálar verða undirskrivaðir, verða nýggjar lønartalvur lagdar her á heimasíðuna. Undanfarnar lønartalvur verða lagdar undir "Gamlar lønartalvur".