Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Avtala millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag um at flyta dagrøktarar millum sáttmálaøki

25. mars 2020

Hugsandi um serstøku støðuna í Føroyum orsakað av corona virusinum hava Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag gjørt avtalu um, at tað skal verða møguligt at flyta dagrøktarar í dagrøktini  – at arbeiða á eldraøkinum. Avtalan fevnir um dagrøktarar, sum av arbeiðsgevaranum eru send heim, grundað á arbeiðsmangul og sum hava førleika at røkja uppgávur a eldraøkinum. Starvsfólk, sum skulu verða tøk at heita á, tá tørvur er á tí.

Sí avtaluna á heimasíðu felagsins her:

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo