Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Ársfundur í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum

21. apríl 2017

Áhugapartarnir í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum hittust á ársfundi í gjár, 20. apríl, at taka saman um undanfarna ár, eins og at umrøða dagsins mál.

Ársfrágreiðingin fyri 2016 var løgd fram. Hon er at finna á heimasíðuni her. Eisini varð grannskoðaði roknskapurin góðkendur.

At enda var tosað um samráðingarnar, sum verða við feløgini seinni í ár, og sum fara at hava eitt ávíst fyrireikandi arbeiði við sær. Hetta arbeiðið fer av álvara í gongd tíðliga í summar.

Samband

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kaf@kaf.fo